Høgni Djurhuus í “SOSIALINUM” 20.04-2018
Øll hava skund, øgiligan skund, næstan detta um síni egnu bein, høvdu tey ikki ein GPS-ara í hondini.
Eingin hevur longur stundir at steðga á, seta seg niður, um ikki annað so fyri at gløa í telefonina, sum eingin kann liva uttan. Hon er einasta sambandið við umheimin og tey næstu.
Hví fólk skunda sær so nógv, veit eg ikki. Lívið verður longri og longri, kortini skunda øll sær, sum skuldu tey farið hiðani uttan telefon ella samskiftistól 8 ella 9 seinni í dag.
Tey skunda sær, men koma kortini altið ov seint.
Sum, ein segði: A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik og Raska, sera langt ímillum, bæði so og so og so.
Ein sandbátur kemur glíðandi úr mjørkanum til Hattarvíkar. Eins og vit, hyggjarin og lurtarin, koma spakuliga, spakuliga inn í heimin hjá klóka manninum í Hattarvík. –
Havi sæð filmin “Zacharias” hjá Teiti Árnasoni, sum fyri næstan 20 árum síðani gjørdi besta føroyska heimildarfilmin higartil. Hann eitur “Burturhugur”, tann í Hattarvík.
Upptøkurnar við Zachariasi lógu eftir frá 2000. Men tær gjørdust aktuellar aftur, tá bóndin í Hattarvík doyði á sumri í 2016.
Zacharias greiðir frá, arbeiðir í haganum, greiðir frá, arbeiðir. Fer at fleyga lunda. Fortelur. Setir epli niður.
Alt uttan skund. Onga telefon. Nýtt hegn skal upp, ein grótgarður skal laðast uppaftur.
Zacharias og hundurin.
Teir sita har báðir í gamla lastbilinum, sum ikki vil starta.
Gloymi ongantíð ta upptøkuna. Eingin øsing, bara tol. Hann startar, fyrr ella seinni. Og tað ger hann, lastbilurin við nýlødda akkumulatorinum fastspentum. Frálík løta.
Hetta er alt so slow, so slow, men kortini gevur hesin stívi tímin, filmurin um Zacharias varar, tær nógvar tímar av upplýsing og lívsvísdómi. Nógvar tímar at hugsa.
Hann sigur frá á sín egna hátt. Søgurnar fara ongan veg, Tær eru góðar, spennandi, stuttligar viðhvørt og nakað av reypi er eisini, fyrr var illa.
Stuttligar um vaktarskipíð, sum er vánaligari enn teirra egna skip, og krokar, meðan teir eru í havsneyð. Sum ikki ger av við teir, júst tí skipið er so vánaligt.
Um dreymarnar, sum hann kastar frá sær og ikki tekur fyri fult, tí, sum hann sigur, hann hevur tað nóg keðiligt sum er.
Alt uttan telefon, uttan teldu. Bara náttúran, tann velduga náttúra, bæði í Fugloynni og har uppi millum skýggini, dramatikkurin í skýggjunum, og hann og hundurin og frásagnargleðin. Einki órógvar. Eingin onnur rødd leggur uppí. Ongar snildar snildir.
Upptøkurnar lógu eftir, tá Teitur gjørdi “Burturhug” á sinni. Løgið, men annars hevði tann filmurin blivið ov langur. Kill your darlings.
Zacharias varð føddur í 1940, so hann hevur verið okkurt um 60 ára gamal, tá upptøkurnar eru gjørdar.
Hetta er ein farandi stílur, tíverri, við longum upptøkum, tíð og aftur tíð, slow, slow.
Eingin hevur stundir longur. Sum ein segði, sjálvt heitini á fyritøkum og stovnum eru stytt, tí fólk hava ikki stundir at siga tey gomlu, longu heitini. Ting taka tíð, tíð, sum eingin hevur. Øll skunda sær út á gravarbakkan.
Tað merkir filmin, at hann ikki er gjørdur nú, men upptøkurnar eru gamlar og tiknar fram aftur og snikkaðar til ein minnisvarða. Upptøkurnar eru gjørdar í øðrum sambandi og ikki brúktar tá.
Tú vilt so gjarna vita meira um hendan mannin. Men tað ber ikki til nú, hann er farin og situr onkra aðra staðni og fortelur sínar søgur.
Tað avmarkar filmin ikki sørt. Men hann er góður kortini.
20 ár hava ikki oyðilagt nakað.
Sandbáturin fer frá aftur, er liðugur at lossa, og glíður so líðandi út í mjørkan og hvørvur, líka stillisliga sum hann kom.