Zacharias

Tórbjørn Jacobsen á Facebook 11.04-2018:

Bara einaferð havi eg verið í Fugloy, og ta ferðina gloymi eg ongantíð. Stutt fyri at Másin varð avsagdur sum flutningsamboð hjá svínoyingum og fugloyingum, gjørdu ein vinmaður og konur okkara av at vitja oynna eitt vikuskifti í september mánaði í alra fagrasta veðri. Vit búðu í Kelduhúsinum, og Árni og Marianna vóru harúti, og vit vitjaðu hesi hugfarsligu og mentaðu og tjóðskaparhugaðu fólk meiri enn einaferð.

M.a. tosaðu vit um, at Teitur einaferð hevði ætlanir um at skipa Pakkhúsið í Hattarvík til filmshús. Ein genialur og originalur tanki, sum kom upp meðan eg fekst við at vera mentamálaráðharri Føroya. Kann vera at lagna tankans hevði fingið frægari undanbyr, um kulturministarin ikki hevði gjørt ein so brádligan exit.

Við Burturhuganum hattvíkingum og havanesarum prógvaði Teitur síni sjáldsamu evnir sum kykmyndamaður. Pallsetingarnar sita framvegis undir skallanum, eftir so mong ár.

Í kvøld var ein fullsett høll í Havnar Bio vælsignað við kykmyndini “Zacharias”. Spenningurin var sum altíð løddur við ravmagni frammanundan einari frumframsýning. Kruse hevði í Útvarpinum tosað um kontemplativt mindfullness. Innhugsni. Mær kom til hugs hin gamla mannin og havið hjá Ernest Hemingway. Menniskjað sum livur í pakt við natúruna, fult og heilt. Eplini, fleygastongin, lundarnir, stikið, taljan, hundurin, fetilin, byrðan, traktorurin, útróðurin. Skipslívið, og søgan um táið Joensen & Olsen sluppin “Esther”, í kolandi stormi norðanfyri, skrædnaði um skanndekkið, allar stútturnar fóru, og hesin 16 ára gamli drongurin úr Hattarvík og skipsfelagar hansara hildu henni lens við pumpum og margarini.

Kykmyndin kann møguliga beskrivast, tað eri eg ikki førur fyri, heldur vil eg siga, at hon skal upplivast. Eftir at hava akað í ein tíma inn á Langanes aftur, við Bob Dylan í kraftblokkinum, melur hon enn í høvdinum, og tað fer hon ivaleyst at gera í nakrar dagar afturat – ella kanska líka leingi sum Burturhugur hevur gjørt mær mun.

Hin serstakliga evnaríkið Kári Sverrisson, bygdamaður mín, í svágarskapi við instruktørin, hevur skrivað tónleikin, og hesum er hann sum ikki einaferð komin ómetaliga væl frá. Tónleikurin gevur kykmyndini eina megi, sum ger, at tú situr sum á nálum frá fyrsta til seinasta bríksl. Og onkuntíð fer spontani láturin avstað við tær ímillum komuna og fráferðina hjá sandbátinum úr Fuglafirði – Sandfrakt – úr og í mjørkan – og eftir tað er gamli maðurin og oyggin aftur í ørandi einseminum.

Áðrenn niðurfaringartíð, í væntanini um ein strænan morgindag, fari eg til endans at viðmæla øllum til at leggja leiðina framvið Havnar Bio, fyri at síggja hendan filmin hjá Teiti – hann ger tær við vissu mun.

Einasta ynski, umframt alt annað, kundi verið, at Løkshøll fær kykmyndina um Zacharias til sýningar, táið Havnin einaferð er liðug at valfarta oman í miðbýin…

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *