Leikrit 29

LØGMANSDÓTTIRIN Á STEIG

Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9).

Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22). Síðani komu ”Eitt ódnarkvøld”, 1930 (Leikrit 24), ”Traðabøndur”, 1932 (Leikrit 25) og ”Ólavsøkumynd”, 1935 (Leikrit 27).

Leikurin ”Løgmansdóttirin á Steig” er, tað vit vita, framførdur í Havn, Gøtu, Kollafirði og Klaksvík. Í 1976 settu læraraskúlanæmingar leikin á pall – teir vitjaðu eisini úti á bygd.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 29 er 84 síður.

Forlagið FANNIR

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *